Viðgerðarstovnurin Frælsi: Mikukvøldið kl. 19.00 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi fyri upplýsandi fyrilestri í Missiónshúsinum í Skálavík, har evni er, hvussu vit kunnu fyribyrgja rúsevninsmisnýtslu og hvørji eyðkenni ein skal vera varugur við, tá ið talan er um rúsevnismisnýtslu.
Endamálið við fyrilestrinum er at upplýsa um rúsevnismisnýtslu og geva foreldrum, avvarðandi, starvsfólkum og umsorganarpersónum amboð til at hjálpa ungum, sum eru blivin bundin at rúsevnum. Eisini verður hugleitt um, hví so nógv ung taka rúsevni í dag.
Fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur.
Fyrilesturin er ókeypis og verður í Missiónshúsinum í Skálavík tann 7. februar kl. 19.00.
Kaffi og køkur verður at fáa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo