Visit Faroe Islands: Ferðavinnan er ein drívmegi handan nýhugsan og menning innan mat og lokala framleiðslu. Soleiðis slóðar ferðavinnan fyri menningini av fleiri lokalum og harvið meiri burðardyggum loysnum innan matframleiðslu og -nýtslu. Hesi seinastu árini er tað eyðsæð, at tað er vaksandi matstovuvinnan, sum í stóran mun hevur staðið fyri nýhugsan av siðbundnum føroyskum mati eins væl og soleiðis eisini stuðla uppundir spírandi grønmetisframleiðsluna og øðrum landbúnaðarvørum í Føroyum.
Vit eru komin væl áleiðis, men vit eru somuleiðis sannførd um, at menningarmøguleikarnir eru nógv størri enn tað, vit síggja í dag.
Tí fer Visit Faroe Islands í samstarvi við Visit Tórshavn at taka væleydnaða táttin uppaftur frá í fjør við eini fyrilestrarøð í vetur, har vit seta sjóneykuna á ávíst evni. Í fjør var evnið “talgild førleikamenning” og í vetur fer fyrilestrarøðin at snúgva seg um burðardygga matgerð í ferðavinnuni.
Endamálið er at stimbra og kveikja vinnuna og nýggjar veitarar til ein burðardyggan hugburð til matgerð við føroyskum dygdarvørum.
Fyrsti fyrilesturin verður 25. november kl. 13:00. Evnið verður “Burðardygd og matoyðsl”.
Onnur evnið, ið verða tikin upp seinni, eru: staðbundnar matvørur, matmentan, matgerð og góða søgan v.m. Fyrilestrarnir eru ókeypis og verða kunngjørdir so hvørt á heimasíðuni hjá Vist Faroe Islands. Sum partur av fyrilestrarøðini bjóðar Visit Faroe Islands eisini longri og styttri skeið innan burðardygga matgerð bíliga til fólk í ferðavinnuni. Skeiðini eru skipaði í samstarvi við Mat & Moldmentunarháskúlan á Sandi.
Fyrsta skeiðið ‘Burðardygg matgerð og njótilsi - uttan matoyðsl!’ verður við Gutta Winther 15. – 19. november.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo