Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri, hevur fingið farloyvi til 31. des. 2016, og í hesum tíðarskeiði hevur Mentamálaráðið sett Aslaug Olsen úr Æðuvík sum skúlastjóra í Stranda skúla.
Tað skrivar Sjóvar kommuna.
Aslaug Olsen er 51 ára gomul, gift og eigur fýra børn.
Aslaug var útbúgvin lærari í 2002 og hevur tikið diplom í leiðslu í 2015. Eitt stutt skifti var hon lærari á Glyvrum, og síðani 2003 hevur hon verið fyrstilærari í Hvalvíkar skúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo