Skúlablaðið: Starvið sum skúlastjóri í Vestmanna var lýst leyst í august. Anna Maria Reinert Jensen, sum tók við sum skúlastjóri í Vestmanna skúla í januar, tók í september við skúlastjórastarvinum í Hoyvíkar skúla.
Í Vestmanna skúla eru 169 næmingar í 1.-10. flokki. Skúlin hevur eisini serflokk, Melin, sum er eitt serligt skipað undirvísingartilboð. Í skúlanum starvast 21 lærarar og tveir námsfrøðiligir stuðlar. Starvið verður sett frá 15. oktober 2023 ella so skjótt sum til ber, skrivar Skúlablaðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo