Føroyska Sjómansmissiónin: Í dag landar grønlandski pelagiski trolarin Polar Ammassak 1400 tons av lodnu til Pelagos í Fuglafirði. Teir royndu eystur úr Seyðisfirði, og fiskiskapurin var góður.
-Hetta er fjórði túrur hjá okkum eftir lodnu í ár. Túrarnir hava ligið frá 1200 og upp til 2000 tons. Tað er ein góður januarmánaður og hartil hevur veðrið verið væl brúkiligt!
Tað sigur skiparin, Sigurður Grétar Guðmundsson.
-Vit fara aftur á lodnuveiði, og so verður óivað steðgur til fiskiskapurin eftir svartkjafti tekur seg upp fyrst í apríl. Seinni í ár fiska við eisini sild og makrel, sigur hann.
- Vit hava landað tvær ferðir í Íslandi og hetta er aðru ferð vit landa í Fuglafirði. Prísurin fyri fiskin er brúkiligur, og útlitini fyri árið eru góð, so eg síggi jaligt uppá árið, sigur Sigurður G. Guðmundsson.
Átta mans eru við Polar Ammassak tá teir trola, og 13 tá teir royna við nót.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo