Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur 4 bøkur út í ársins fyrsta bókaumfari. Bøkurnar eru í handlunum nú, og tær eru til børn í ymsum aldri.
Ver fyrst at fáa bøkurnar við Bókaklubbanum
Børn, sum eru limir í Bókaklubbanum hjá Bókadeildini, fáa bøkurnar bornar til dyrnar við ókeypis flutningi, áðrenn tær koma í handlarnar.
Bókaklubbin hevur limir kring allan heimin. Les meira um Bókaklubban á bokaklubbin.fo.
Les meira um nýggju bøkurnar niðanfyri.
Djór á bønum
Hendan bókin er ein stuttlig sansabók til tey minstu.
Hvat siga djórini, sum ganga á bønum? Kín teimum og hoyr ljóðini.
Við flottum myndum at nerta við og veruligum djóraljóðum.
Bókin er ein pappbók, 12 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ár.
Um lítlu moldvørpuna, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær
Tá ið lítla moldvørpan ein dagin stakk høvdið upp úr moldini, datt
okkurt beint í høvdið á henni ...
Nú kanst tú lesa um royndina hjá lítlu moldvørpuni at finna tann
seka í hesi stuttligu útgávuni av klassisku myndabókini. Flyt
myndina og síggj kukkarnar hjá teimum mistonktu djórunum koma
bóltandi, ein fyri og annan eftir.
Werner Holzwarth hevur skrivað, og Wolf Erlbruch hevur myndprýtt.
Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt. Bókin er ein pappbók, 14 bls. og til børn, sum eru umleið 2-4 ár.
Atlas við drápuligum dinosaurum
Dinosaurar gerast bara meira og meira spennandi! Vísindafólk finna nýggj sløg hvørja viku. Møt teimum nýggju og hoyr tað nýggjasta um tínar gomlu yndisdinosaurar. Síggj, hvussu hesi risastóru djórini ráddu í hvørjum einasta króki av heiminum. Les eisini um, hví dinosaurarnir doyðu út.
Bókin er innbundin, 50 bls. og til børn, sum eru uml. 6-9 ár.
Gravgongustjørnan – Stórveldisins arvingar 3
Nú er triði partur í sciencefiction-røðini her. Ein rúmdarsøga, sum inniheldur bæði litrík undurverk og myrkar gátur, ferðmikil ævintýr og
óhugnalig møti við tað ókenda.
Alice og Elias og vinirnir á rúmdarskipinum Kvirruni eru dottin niður á
Umbezra, sum er gravgongustjørnan hjá tí gamla stórveldinum. Har reika bara tey deyðu. Sigst. Men so fáa tey eitt neyðsignal frá mammuni.
Oskar Källner hevur skrivað, og Karl Johnsson hevur myndprýtt. Tóri
Rasmussen týddi úr svenskum.
Bókin er heft, 180 bls. og til børn, sum eru uml. 10-12 ár
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo