Tórshavnar kommuna: Fleiri læknar eru fluttir niðan í nýumvældu læknahúsini í Berjabrekku. Millum annað eru læknarnir Katrin Danielsen, Rúni Nólsøe og Sigrid Nónsgjógv fluttir niðan í Berjabrekku. Sostatt er eingin læknaviðtala eftir í Miðlon.
Harumframt er viðtalan hjá Ingu Maretu Joensen flutt niðan aftur í Berjabrekku, og frá 1. mars 2024 kemur Jón Roi Jacobsen eisini at starvast sum lækni í Berjabrekku.
Dagførda kunning um læknaviðtalurnar í Tórshavnar kommunu finnur tú á síðuni um kommunulæknar:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo