Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin 2019 fer at bjóða Marius Ziska, Blátt Gras, Grandma’s Basement og Magna Christiansen.

Marius Ziska telist millum teir dugnaligastu sangskrivararnar í landinum, og hann hevur skrivað framúr góðar sangir – bæði á føroysku máli og enskum máli. Við einum sterkum bólki afturat sær hevur Marius Ziska veruligt flog og innihald í sínum framførslum, og hann kann rúnarbinda áhoyrararnar.

Blátt Gras er framúr countrybólkur, sum bæði spælir blue grass, americana og meira traditionellan countrytónleik. Teir spæla sum ein væl smurd maskina og syngja sera sannførandi fleirraddað. Blátt Gras hevur givið tvær útgávur út – tann seinna, »Framvegis«, kom í fjørheyst. Blátt Gras hevur áður vunnið FMA heiðursløn fyri sangin »There is Room at the Table«.

Magni Christiansen er virkin og fjølbroyttur sangari. Hann kann syngja country og gospel sum fáur, hann hevur góða rødd til lættan popp og rock, og so dugir hann sera væl at framføra á palli. Nú kemur Magni til Klaksvíkar at framføra á landsins størsta tónleikatiltaki.

Kúllarnir í Grandma’s Basement eru til reiðar til enn eina framførslu á Summar Festivalinum. Teir hava verið fastir fúsir á skránni, men í fjør hildu teir frí. Í ár koma teir sterkt aftur og vera fyri fyrstu ferð at uppliva at stóra palli á Vágsbøi. Tað verður ein heilt serlig og serliga festlig løta.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo