Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Australskir miðlar gera sum vera man ikki onki burturúr kongaskiftinum í Danmark, nú ein australskur statsborgari verður krýndur, tó at tað ikki er nakað sum líkist tí rúmdini sum hendingin fær í donskum og føroyskum fjølmiðlum. Fleiri av miðlunum nevna, at talan er um eitt nógv minni hátíðarhald enn tað, sum fyri kortum var í Bretlandi, tá kongaskifti var har.

- Tí soleiðis vilja danir hava tað, sum almenni australski miðilin ABC skrivar.

Í Taroona, sum er forstaðurin í tasmanska høvuðsstaðnum Hobart, har Mary vaks upp og enn hevur familju, hátíðarhalda tey dagin, tó at tíðarmunurin er ein avbjóðing.

Fríðrikur og Mary hittust á vertshúsinum The Slip (myndin omanfyri) tá Olympisku Leikirnir vóru í Sydney í 2000.

Versthúsið er broytt nógv síðani tá, millum annað er navnið broytt til El Loko at Slipp Inn við mexikanskum íblástri. Har hátíðarhalda tey dagin millum annað við einum nýggjum "hotdoggi" sum tey hava kallað El Frederiko og einum kokteyli sum eitur There is something about Mary. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo