Í kvøld verður árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, har fólk og fyritøkur í felag savna pening inn til at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin.
Landsinnsavningin 2021 verður send beinleiðis úr Løkshøll, og kann síggjast á sjónvarsrásini Rás1, sum øll húsarhald í Føroyum hava ókeypis atgongd til. Tað einasta, ið krevst, er antenna, kaðal, satelitt ella televarpsboks. Eisini kunnu øll hyggja eftir Landsinnsavningini á heimasíðuni hjá Televarpinum: www.tv.fo
Á skránni verða áhugaverd innsløg, rørandi samrøður, kappingar, uppboðssøla av landsliðstroyggjuni hjá Klæmint Andrasson Olsen og live tónleikaframførslur frá m.a. Gretu, Týr, Leu Kampman og Robert Mc Birnie.
Les meir um Landsinnsavningina, og um hvussu tú kanst stuðla, á www.redcross.fo/landsinnsavningin2021/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo