Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er hæddin av háarrogansu og hjálandaatferð at uppliva fútan og landslæknan, tveir danir, ganga beint ímóti boðum, sum okkara landsstýri, hvørs setningur er at manifestera lógir og stýra Føroyum, hevur givið Farsóttarnevndini.

Gongur tú ímóti Tinganesi, gongur tú ímóti føroyingum. Politisk sannføring eigur ikki eingong koma upp í líkningina (!)

Fútin og landslæknin slóða fyri farsóttarnevndini, og teir hava fingið at vita, púrasta eintýtt, at landsstýrið við løgmanni á odda ikki góðtekur, at fólk skulu hava eitt medisinkt samleikaprógv uppi á sær til tess at koma inn har, teimum lystir.

Tað er apartheidpolitikkur, einki minni, har mannamunur eftir húðarliti er avlosytur av mannamunur eftir vaksinatión.

Tá ið hasi, ið stýra okkara landi, geva so greið boð til eina nevnd, og nevndin allíkavæl insisterar uppá at koma við hesum uppskoti, enntá nevna tað í tíðindafundi og í allari tí mikrofonhaldandi talutíð, Kringvarpið gevur teimum, er tað ikki bert ósolidariskt, men nakað so lallandi arrogant.

(Og tað er eisini tí, at fólk, ið ikki makta at fáa ymiskar útmeldingar, ella hava tørv á at verða stýrd niður í smálutir í tí, tey halda vera ein undantaksstøða, verða ella siga seg verða ørkymlað og panikktikin.)

Teir báðir, fútin og landslæknin, skíta á okkum. Og eginliga skíti eg á teir - á teirra motiv.

Men at lata teir halda og føla, at teir kunnu trumfa eitt stýri, sum vit, ígjøgnum demokratiskar skipanir, hava valt at leiða okkum, er ein ikki sørt ótespilig kensla.

Og hon gerst serliga ótespilig, tá soljóðandi loysingarfólk mestsum treytaleyst fylgja og stuðla hesi danskaranevnd í einum og øllum.

Pínligt.

Agga Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo