Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tað hoyrir ongastaðni heima, at fútin ikki sigur, hvat er galdandi lóg. Tað sigur Nicolas Stauss, løgfrøðingur og virkisleiðari á Tavuni, við frihedsbrevet.fo.

Hann heldur, at fakfeløgini, við samtykki frá fútanum, hava brúkt ólóglig stríðsamboð í verkfallinum. Og hann fílist á, at fútin ikki kallar ein spaka fyri ein spaka.

- Ein fúti má vera greiður. Annars endar samfelagið í ruðuleika, sigur Nicolas Stauss, sum hevur kært fútan til Den Uafhængige Politiklagemyndighed.

Fútin hevur eitt nú sagt, at tað sum heild er í lagi, tá verkfalsfólk standa til dømis fyri bussum, og tá skip leggja at, um alt gongur friðarliga fyri seg.

Men aðrastaðni, eitt nú í Danmark, verður skilt ímillum blokadur og fysiskar blokadur. Tað seinna er, tá verkfalsvaktir forða øðrum í at gera sítt vanliga og lógliga arbeiði, og tað er ikki lógligt. Hesar vaktir verða fluttar burtur av politinum, um tær ikki flyta seg sjálvar.

Fleiri dómar, sum Frihedsbrevet vísir á, stuðla uppundir hetta. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo