Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var ikki sørt kvalmandi at lurta eftir sonevndu “kristnu” dagsskránni hjá Miðflokkinum í sambandi við fólkatingsvalið: Sum um Kristus bara blástemplar hylki við eyðmerki, sum sigur, at vøran innaní er kristin framleiðsla - nakað, sum hon als ikki er!

Í tvey áratíggju, ja, næstan trý, hevur sonevndi kristni flokkurin, Miðflokkurin, gjørt seg til moralskan og etiskan eftirlitisflokk, ið skal “verja kristnu virðini.”

Tað er lætt at seta eyðmerki á dós, ílat og posa, men tá vøran øll árini hevur givið egnum landsmonnum og -kvinnum sálarligt mein, tá tey frammanundan ofta hava havt ilt í lívinum, er søgan um miskunnsama samariubúgvan ikki lærd.

Ei heldur høvuðsboskapur Jesu: “Elska næsta tín sum sjálvan teg” (ella við øðrum orðum: “Elska næsta tín SUM HANN ER)!

Tað átti ikki at verið so ringt at skilt boðskapin!

Skal hesin flokkurin, sum gíslatekur eina ávísa skriftsamling niður á Fólkating við politiskum sølumanni, ið selur vakurt prýdd íløt við rotnari vøru innaní, sum nærum allir føroyingar hava smakkað (um ikki annað luktað uppá langan avstand!), fer Goliath at traðka David í grús og øsku.

Danir fara at hyggja eftir donskum tingvarpi sum ongantíð fyrr, og tað við poppkorni og kola, so sjálvt fótbólturin og Vild med dans fara at vanta hyggjarar!

At ætla sær til Danmarkar at belæra danir um kristin virðir, moral og etikk, er at geva sekulariseringini enn meira “medvind på cykelstierne” - nakað, ið sjálvt ikki Jacob Haugaard kundi sæð fyri sær, tann tíð tað var!

Paulus apostul dugdi at passa sær løgir. Hann hevði strategiskan sans og politiskt tev.

Miðflokkurin hevur bara forakt, sum nakrir rættvísissøkjandi føroyskir veljarar tykjast vera fangaðir í.

Miðflokkaetikettin kann tykjast tiltalandi hjá søkjandi sálum, men djevulskapur er í framleiðsluni, sum ongin dani við sítt fulla vit fer at taka undir við!

At ætla sær til Danmarkar at belæra danir um fosturtøku, lgbt-rættindi og allarhelst porno eisini er absurd.

Vantandi virðing fyri mannarættindum hjá fólki uttanfyri móðurlív fer ikki at sannføra nakran dana um, at eitt miðflokkaumboð er óperverst fólk, men heldur opna eygu dana fyri kúgandi dagsskránni hjá flokkinum, ið er fúsari at fara til verka við etikettpolitikki enn sjálvasti Antikrist!

Sigi ikki, at Bill ikki hevur eitt gott poeng, at danskar spællýsingar hava neiliga ávirkan á fólk, sum ikki duga at siga nei til pengaspøl, men hevur hann nakra ætlan fyri, hvussu danskar spælilýsingar skulu avmarkast í Føroyum?

Als ikki!

Eisini hann dittar sær at gera vart við etikettina hjá Miðflokkinum uttan at greiða frá eitraða innihaldinum.

Tann, sum vil føra kristnan politikk, ger seg sjálvan til vøruna og gongur undan sum eitt gott fyridømi eins og Kristus gjørdi, so at onnur síggja góðu verk hins kristna og kunnu gera honum og Kristusi gerningarnar eftir.

Tað ber ikki til uttan at skilja søguna um miskunnsama samariubúgvan og høvuðsboðskab Jesu, og hevur Miðflokkurin í hesi roynd dumpað so syngjandi og tað bæði í tænastu sum læru!

POLITIKARI, IÐ ER KRISTIN, FØRIR IKKI KRISTNAN POLITIKK, MEN POLITIKK SUM KRISTIN!

Munin má man úr Miðflokkinum fyri at síggja!

Ólavur Eysturdal, yngri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo