Leygardagin 18. september kl. 14:00 skipar Parkinsonfelagið fyri fundi á Seglloftinum á Tvøroyri fyri fólk við parkinson og avvarðandi.
Á fundinum fara umboð fyri Parkinsonfelagið at kunna um sjúkuna og virksemið felagsins.
Eisini fara starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsið at greiða frá rehabiliteringskeiði fyri fólk við parkinson sum er á Suðuroyar Sjúkrahúsið.
Øll eru vælkomin.
Parkinsonfelagið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo