Tórshavnar Kommuna leggur upp til Urtagarðsbýin, men er tað har nærdemokratiið blómar?
Grannaløgini í miðbýnum ivast stórliga og skipa tí aftur fyri almennum fundi um býarskipan og nærdemokrati.
Vil tú sum borgari í Tórshavnar Kommunu taka lut í hesum, er tú vælkomin oman í Reinsaríið í Havn mikukvøldið 15. mars kl. 20.
Á skránni er:
1: Michael Jacobæus hevur framløgu um “Lív í miðbýnum – nýggj ætlan fyri miðbýin”.
2: Elin Hentze tosar um hvat er gott fyri ferðavinnuna.
3: Elin Brimheim Heinesen fer at tosa um gentrifisering, sum hendir, tá áhugin fyri einum íbúðarøkið, sum íbúgvar hava gjørt sermerkt, veksur og spekulatión kemur uppí.
4: Áhugafelagið “Havnar hugni” verður endurstovna.
5: Orðið er frítt millum tey, sum møta á fundinum.
Grannar við Tinghúsvegin, á Reyni, úti í Rættará, miðbýurin fyri vestan og við Havnará
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo