Trygdarráðið í ST skal hava fund í morgin í sambandi við ákærurnar hjá Russlandi um, at Ukraina skjeyt niður russiskt flutningsflogfar við 74 persónum umborð, skrivar AFP.
Eingin yvirlivdi av teimum sum vóru við flogfarinum, 65 av teimum ukrainskir krígsfangar, sambært russiska verjumálaráðnum.
Og tað er Russland sjálvt sum hevur biðið um at Trygdarráðið kemur saman.
Ukrainska verjan hevur ikki váttað at flogfarið var skotið niður av ukrainskum rakettum, og ukrainska stjórnin hevur sagt at hon hevur ikki nógv mikið av kunning um hvat hendi við flogfarinum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo