Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mánakvøldið 11. mars 2024 á Miðnám í Vestmanna.

Risaverkætlanin hjá SEV í Vestmanna, skal eftir ætlan verða klár til royndarkoyringar í 2029.

Einki er so sjálvsagt sum, at tá skal tunnilin millum Vestmanna og Leynar verða liðugur. Tað mugu verða hópin av fyrimunum, um hesar báðar verkætlanirnar á onkran hátt verða tengdar saman.

M. a. tá hugsa verður um allar teir káplar sum skulu leiða risa mongdir av orku frá Vestmanna út til Føroya land alt.

Upplagt er, at hesir káplar verða lagdir trygt í tunnilin, í staðin fyri at brúka ørandi upphæddir til at grava káplarnar í jørðina. Sparingin er bæði í arbeiðsorku og longd av káplum, sum skulu gravast niður í vegaøkslina á Vestmannavegnum.

Í hesum sambandið kemur Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri Pump & Storage verkætlanini hjá SEV, at halda ein fyrilestur um fyrimunir og vansar, um hesar báðar verkætlanirnar blíva lagdar í eina felags verkætlan.

Seinni partur av fundinum verður nýttur at umrøða linjuføringina av Vestmannatunlinum.

Vit vita at Landsverk hevur arbeitt/gjørt kanningar av lendinum millum Vestmanna og Kvívík, við einum tunnilsmunna OMANFYRI høvusvegin í Kvívík, sum allar stórsti partur av Vestmenningum/brúkarunum, slett ikki taka undir við.

Vit bíða nú spent eftir næsta útspælinum frá landsstýrismanninum um linjuføringina, verður tað enn Vestmanna - Kvívík, ella Vestmanna - Leynar, sum flestu okkara ynskja.

Ymiskar framløgur verða, og eisini verður orðaskiftið, har allir flokkar eru bodnir at verða við.

Orðstýrari verður John Johannesen.

Fyrireikararnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo