Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hoyrdu herfyri í eini sending í Útvarpinum samrøðu við Berg Olsen, har fuglurin undir Vestmannabjørgunum varð umrøddur, eisini tosaðu tey við Gunnar Skúvadal, sum rekur eina ferðavinnufyritøku, har sigling undir Vestmannabjørgini er berandi tátturin í fyritøkuni.

Henda fyritøkan byrjaði sítt virksemi av álvara í 1990 við opnum føroyskum báti, men hevur nú tveir størri bátar, sum sigla undir bjørgini (eystur undir land) alt summarið. 

Í umrøddu sending vil Bergur vera við, at henda siglingin órógvar fuglin so nógv, at um 10 ár verður helst eingin fuglur eftir.

Nú eri eg ikki fuglafrøðingur og veit sjálvandi ikki so nógv um fugl, sum Bergur, men eg eri so gamal, at eg minnist sera væl alt fuglameingið eysturi undir landi í mínum barna- og unglingadøgum í 40 og 50 árunum.

Vestmannabjørgini eru ikki fuglabjørg sum t.d. Skúvoyarbjørgini, her eru næstan ongar veruligar røkur, mest eygu og skortar, sum ikki fuglur í hundrada- ella túsundatali kann sita á, tó var tað so nógvur fuglur til har, at menn kundu reka veruliga fuglaveiðu heilt fram til fyrst í 1960unum; tá sást, at fuglurin var farin at minka, og mest sum øll veiða helt uppat, serliga tann hátturin, sum varð róptur -at reka upp á gjónna.

Umframt nevnda vóru aðrir veiðihættir: At fleyga, at taka omanfleyg, at taka hellufugl, og at fygla.

Síðan tá er fuglurin minkaður stútt og støðugt, tó hevur okkurt árið verið betri enn tað frammanundan, men gongdin er tann sama.

At fara eystur undir land er ikki nakað, sum er ”uppfunnið” í nýggjari tíð. Tað hevur verið vanligt alt eg kann minnast og longri aftur enn tað, at fara við fólki eystur undir land, tó sjálvandi ikki so nógv sum nú, men, sum sagt, eingin veiðir fugl har longur, har verður bara hugt, og eg fari neyvan skeivur, tá eg haldi uppá, at fuglaveiða órógvar fuglin nakað væl meira enn bara tað at hyggja at honum.

Sum sagt, so fór fuglurin at minka longu fyrst í 60árunum, og tað frættist skjótt, at fuglurin minkaði allastaðni í landinum, og stutt eftir frættist eisini um ógvusliga minking um alt Norðuratlantshav, og eg havi ikki hoyrt um nakra veruliga framgongd enn?

So um fuglurin er farin at minka undir Vestmannabjørgunum av teirri siglingini, sum nú er, so er tað løgið, at tað skal hava ávirkað øll fuglabjørg í Føroyum, ja um alt Norðuratlantshav, og at minkingin skuldi byrja um leið 30 ár, áðrenn tann siglingin, sum nú er, fór í gongd.

Hevur onkur hug at vita meira um hetta er ein útvarpssending frá 1977, har Niels Juul Arge er eysturi undir landi við Grækarisi Olsen, sum var av ídnastu fuglaveiðimonnum, og tað er heilt greitt, at Grækaris er skelkaður av, hvussu lítið av fugli er eftir longu tá, 13 ár áðrenn tann siglingin, sum nú er, byrjaði.

Kanska er tíðin komin, har fuglafrøðingar og onnur klók fólk fóru at royna at finna útav, hvat veruliga orsøkin er til, at fuglurin minkar ikki bara undir Vestmannabjørgunum, men um alt Norðuratlantshav.

Eg hoyrdi einaferð Doretu Block í útvarpinum siga, at fuglameingið sveiggjaði upp og niður við u.l. 50 ára millumbili. Er tað rætt, so skuldi tað farið at gingið upp eftir nú?

Bjarki Skúvadal

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo