Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Yngri parturin av U17-landsliðnum við gentum, sum fyrr í ár tók lut í UEFA menningarkapping í Bosnia-Hersigovina - Mynd: www.FSF.fo

Yngri parturin av U17-landsliðnum við gentum, sum fyrr í ár tók lut í UEFA menningarkapping í Bosnia-Hersigovina - Mynd: www.FSF.fo

Yngri parturin av U17-landsliðnum við gentum, sum fyrr í ár tók lut í UEFA menningarkapping í Bosnia-Hersigovina - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Tvey spennandi størv sum landsliðsvenjarar hjá ávikavist U16- og U17-landsliðunum við gentum, og U16- og U17-landsliðunum við dreingjum eru nú leys at søkja.

Í 2020 fingu øll limalondini í FIFA møguleikan at vera við í einari kanning, ið hevði til endamáls at greina, hvussu lond skipa sína menning av ungdómsleikarum. Slagorðini vóru: “Giving every talent a chance”.

Úrslitið av kanningini er ein frágreiðing upp á 148 síður, við nøkrum staðfestingum – og við ítøkiligum tilmælum til Fótbóltssamband Føroya um, hvussu arbeiðið kann mennast enn meira.

– Út frá hesum tilmælum hava vit viðgjørt, hvussu vit best kunnu flyta føroyskan fótbólt við støði í FIFA greiningini, og eru komin til ta niðurstøðu, at vit fara at víðka okkara landsliðsvirksemi við U16, og at seta venjarar at varða av menningini av hesum aldurbólkinum.

– Endamálið við at víðka landsliðsarbeiði við U16-landsliðum, er at skapa karmar fyri at fleiri spælarar fáa landsliðsroyndir, og sum heild at hava landsliðs-pyramiduna breiðari í longri tíð. Væntandi fer hetta eisini at menna spælarar úti í feløgunum, og at vera til gleði og gagn fyri føroyskan fótbólt, sigur tekniski stjórin í FSF, Pætur Clementsen.

Leikluturin hjá venjarunum verður tvíbýttur. Umframt at vera venjari hjá U16- og U17-landsliðunum, skulu viðkomandi venjarar eisini hava eitt regluligt samskifti við venjingarumhvørvið í feløgunum kring landið, har spælararnir eru dagliga.

– Hetta verður gjørt fyri at stuðla lokalu venjarunum í at leggja gerandisdagin hjá spælarunum tilrættis, so hesi hava so góðar fortreytir sum yvirhøvur tilber at mennast. Arbeitt hevur verið við hesi verkætlan í rúma tíð, og tí er gleðiligt at vit loksins eru komin har til, at lýsa størvini leys, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Nærri kunning, frágreiðing og annað í samband við størvini sæst H E R. Freistin at søkja er fríggjadagin 11. november 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo