- Eg eri sera takksamur fyri, at eg fyri 3. ferð varð afturvaldur í yvirkærunevndina fyri eitt 4 ára skeið, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti.
Aðalfundirin í FIFA hevur júst verið, og hóast limalondini í FIFA eru 210 í tali bar til at halda fundin yvir internetið.
- Orsøkin er korona, sum forðar fyri, at øll heimsins lond kunna møtast, sigur Christian Andreasen.
Yvirkærunevndin, The Appeal Committee, er hægsti løgfrøðiligi myndugleiki í FIFA.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo