Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Innsent: Andrias Blaasvær hevur 3 konsertir komandi dagarnar í Føroyum.

Andrias Blaasvær er 25 ára gamal og ættaður úr Havn. Hann byrjaði at spæla violin sum 12 ára gamal hjá Nikolaos Kapnas og bleiv liðugur á Kongaliga danska musikkonservatorinum í Keypmannahavn í juni í ár. Undirvísarar hava verið Elisabeth Zeuthen og Alexander Zapolski.

Andrias hevur arbeitt sum undirvísari, komponistur, orkesturtónleikari og solistur við síðuna av lesnaðanum. Hann hevur spælt við í m.a. Danmarks Radio, Kongaliga Kapellinum, Copenhagen Phil, Underholdningsorkestret og er fastur limur av det Danske Ungdomsensemble, Manus kvartett og Føroya Symfoniorkestri, har hann eisini hevur verið solistur.

Í 2023 vann Andrias tónleikakappingina Stella Polaris og hevur seinastu tíðina skrivað sína stóru sonatu fyri solo violin lidna. Sonatan, sum er í fýra satsum verður frumframførd næstu dagarnar.

Fyrsta konsertin verður í Mariukirkjuni í Havn, leygardagin 13. juli kl. 15. Onnur verður dagin eftir tann 14. juli í Elduvíkar kirkju kl. 16. Seinasta konsertin verður 15. juli í Gøtu kirkju kl 20.

Konsertirnar eru fyriskipaðar av Summartónum og eru allar ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo