Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Útboð av nýggjum reinsiverki til Landssjúkrahúsið

Spurningar:
1. Er nýggja reinsiverkið á Landssjúkrahúsinum bjóðað alment út?

2. Eru møguleikarnir at nýta føroyskar ráðgevarar í sambandi við nýtt reinsiverk til Landssjúkrahúsið kannaðir?

3. Er áheitan komin frá føroyskum ráðgevum um at sleppa at bjóða uppá reinsiverkið?

4. Hvørja áskoðan hevur landsstýrismaðurin á at brúka føroyskar veitarar?

Viðmerkingar:
Í Føroyum eru tvær verkfrøðingafyritøkur, sum hava fakligan sterkan førleika til at átaka sær uppgávuna at projektera og loysa avbjóðingina við nýggja reinsiverkinum á Landssjúkrahúsinum.

Hesar báðar føroysku fyritøkurnar hava brúkt nógva orku upp á at fáa neyðugan førleika sum krevst til slíkar verkætlanir og hava uppbygt sær drúgvar royndir við serkunnleika innan hetta ávísa serøkið, sum umfatar reinsiverk við meira.

Men sum skilst eru hesar fyritøkur valdar frá til frama fyri danskan veitara.

Leggjast skal eisini afturat, at føroysku ráðgevararnir hava bjóðað seg fram hjá Landsverki at koma við einum uppskoti til loysn upp á nýggja reinsiverkið á Landssjúkrahúsinum, uttan at nakað úrslit er spurt burturúr.

Tað er umráðandi, at tílíkar verkætlanir hjá tí almenna verða bodnar út, og at føroyskir veitarar hava møguleika at bjóða. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 28. mars 2023
Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo