Fróðskaparsetrið: Í ár eru tað nøkur, ið eru tey fyrstu at taka føroyskt bachelorprógv í løgfrøði.
Juridiska fakultetið í Keypmannahavn og serfrøðingar frá donsku myndugleikunum hava verið her og kannað okkara løgfrøðiútbúgving út í odd og egg.
Og útbúgvingin er blivin fult viðurkend sum eins góð og juraútbúgvingar í Danmark, og hon gevur atgongd til øll størv eins og tann danska.
Og er tað møguligt at taka fult løgfrøðiprógv frá Fróðskaparsetri Føroya og fáa atgongd til sess í Hægsta rætti!
Møguleikin er har, segði rektarin, áðrenn hann ynskti øllum hjartaliga til lukku og ynskti øllum eitt gott summar.
Les meira: www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/progvhandan-hatidardamur-i-nordurlandahusinum/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo