Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í lesarabrævi í dag skrivar Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, um eitt kærumál um Fróðskaparsetrið og ein lesandi, ið ber brek, sum kærdi um ikki at sleppa til nýggja próvtøku.

Fyrst er at siga, at Fróðskaparsetur Føroya tekur rættindi hjá fólki, ið bera brek, í størsta álvara, og at vit sjálvandi viðurkenna ta ábyrgd, sum liggur á okkum at taka neyðug atlit at lesandi við serligum tørvi. Fróðskaparsetrið hevði av tí sama tillagað lestrarumstøðurnar hjá viðkomandi so væl, sum til bar, men kortini gekk ikki eftir vild.

Ítøkiliga málið hevur verið hjá Javnstøðunevndini, sum gav tí lesandi viðhald í síni kæru. Síðani hevur Uttanríkis- og Mentamálaráðið samsvarandi niðurstøðuni hjá Javnstøðunevndini ógildað avgerðina hjá Setrinum.

Fróðskaparsetrið tók sjálvandi hesa avgerðina til eftirtektar og hevur roynt og roynir enn at fáa til vega nøktandi stuðul, so at tann lesandi kann halda fram við útbúgvingini, men nógvar forðingar hava verið og eru á vegnum.

Ikki ber til at fara í smálutir, tí talan er um persónsmál, men sum heild er at siga, at júst hetta málið er eitt dømi um, at tað ikki altíð er møguligt undir verandi umstøðum at fáa til vega tann eyka stuðulin, sum krevst, um fólk við breki skulu kunna fullføra útbúgvingar á Setrinum. Mangan er tann stuðulin treytaður av veitarum uttan fyri Setrið, og tá teirra tænastur eru avmarkaðar, so verður stuðulin á Setrinum til lesandi, ið bera brek, tað eisini. Og tá halda vit ikki tær skyldur, sum eru álagdar okkum.

Vit á Setrinum eru sera tilvitað um og taka í størsta álvara tær treytir, sum vit hava m.a. í lógini um Fróðskaparsetur Føroya. Har stendur, at “rektarin skal skipa fyri, at lesandi, ið hevur skerdan virkisførleika og hevur tørv á sernámsfrøðiligari hjálp ella stuðli, fær tilboð um hetta”. Orðingin í lógini rúmar ikki veruligu støðuna, sum vit standa í í dag, har umstøður uttan fyri Setrið ikki eru til at veita tann kravda stuðulin, og hetta samsvar má koma, um lógin skal kunna haldast.

Heldur ikki er nøkur kunngerð til hesa týdningarmiklu lógaráseting, men Fróðskaparsetur Føroya samstarvar við Uttanríkis- og Mentamálaráðið um at fáa slíka kunngerð orðaða.

Vónandi verður hon ein bati.

Tí eitt er vist: Skulu rættindi til fólk, sum bera brek, fremjast fult og heilt í verki, so skal meira til enn orðingar í sáttmálum og lógum.

Vit taka fult og heilt undir við forkvinnuni í Megd, tá hon skrivar, at útbúgvingarstovnar í framtíðini eiga at fáa nøktandi ráðgeving og fíggjarliga orku til at gera rímiligar og neyðugar tillagingar, tá tað krevst. Og at vit á Fróðskaparsetrinum altíð eru sinnað at samstarva og samrøða við Megd og onnur, tá tørvur er á tí.

At enda er at siga, at Fróðskaparsetrið enn arbeiðir við at finna eina loysn, so tann lesandi kann halda fram við lestrinum.

Fróðskaparsetur Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo