Tann 22. februar var ársaðalfundur í FC Hoyvík, har tríggir nýggir nevndarlimir vóru valdir. Nevndin í FC Hoyvík hevur skipað seg soleiðis:
Formaður: Fróði Danielsen
Varaformaður: Bjarni Beder
Skrivari: Leivur Hansen
Peningarøkil: Annika Thomsen
Nevndarlimur: Beinta Fossádal
Nevndarlimur: Katrin Erlendsdóttir
Nevndarlimur: Bennvør Ferjá Eyvindsson
Nevndin hevur sett sær sum mál at skapa eitt mennandi dómara umhvørvið, og í hesum sambandi at geva øllum, sum hava hug og hegni til tess, møguleika at royna dómara leiðina.
Fysisku karmarnir eru stóra avbjóðingin í Hoyvík, og kemur nevndin at arbeiða áhaldandi við hesum í framtíðini. Nakrir batar eru í sjónarringinum, eitt nú hevur felagið fingið eitt eyka dómara og fyrisitingarhølið. Harumframt verður vøllurin skiftur í ár; tó hetta kemur at órógva okkara virksemið, so er hetta ein neyðug íløga.
- Vit vóna at fólkini í Hoyvík framhaldandi fara at veita felagnum dyggan stuðul, tí uttan foreldur og viðhaldsfólk er einki felag. Vit fara í næstum at skipa fyri einum limadegi, har høvið verður hjá øllum at hitta nevndina og at kunna seg um karmarnar, um ein ikki longu kennir hesar. Um onkur hugsar, at hetta ljóðar akkurát sum nakað eg kundi hugsa mær at verið partur av, so er øll hjálp so sera vælkomin óansæð stødd, sigur nevndin í skrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo