Í samband við at Pál Weihe, yvirlækni og leiðari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og adjungeraður professari á Setrinum, fyllir sjeyti, skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum fundi í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum
fríggjadagin 30. august, kl. 14:00 – 17:00
Fundurin verður á enskum og hevur heitið: Faroese Research on Health and Environment - Pál Weihe's 70th Birthday Symposium. Fyrilestrahaldarar koma úr USA, Danmark og Føroyum. Sí hjáløgdu skrá.
Pál Weihe varð borin í heim í Sørvági fyri 70 árum síðani. Hann tók prógv sum lækni í 1977 og bleiv serlækni í arbeiðsmedicin/samfelagsmedicin í 1987. Hann hevur verið yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu síðan 1988, granskingarlektari á Syddansk Universitet síðan 1995, gestagranskari á Harvard Universitet síðan 2004 og adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum síðan 2015.
Í 1984 byrjaði hann kviksilvurkanningarnar í heimbygdini. Hesi úrslit høvdu við sær, at fyrsta burðarkohortan við 1.022 móður/barn pørum varð stovnað í 1986-87. Síðan eru fleiri kohortir komnar afturat, soleiðis at í dag eru út við 2300 børn við í hesum kanningum. Sum árini eru liðin, hevur Pál drigið fleiri altjóða starvsfelagar til Føroya, hevur megnað at skaffa fígging til granskingina og hevur skipað fyri altjóða vísindaráðstevnum í Tórshavn, sum hava verið væl vitjaðar. Hann hevur givið út greinar í nógvum altjóða tíðarritum saman við granskarum frá øðrum londum. Fyrsta greinin um kviksilvureitran frá 1997 verður endurgivin í nærum 700 vísindaligum greinum. Mong týdningarmikil úrslit og tilmæli eru komin burtur úr granskingini hjá Pál Weihe og starvsfeløgum. T.d. er altjóða markvirðið fyri kviksilvur ásett grundað á hesa gransking, og granskingin hevur víst, at ávís dálkingarevni stórliga tálma virknaðin av barnakoppsetingum.
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur enn eina ferð megnað at fingið pening til ein móður/barn kanning aftrat, sum fer at bakkastokki í næstum.
Øll eru vælkomin
Faroese Research on Health and Environment – Pál Weihe's 70th Birthday Symposium Friday, 30 August 2019
14:00-14:05 Sigurð í Jákupsstovu, rector of University of Faroe Islands (UFI): Welcome
14:05-14:20 Philippe Grandjean, professor, University of Faroe Islands (SDU), Harvard University: Faroese research in environmental medicine in an international perspective.
14:20-14:35 Tina Kold Jensen, professor, SDU, Rigshospitalet (RH): Research in birth cohorts
14:35-14:50 Esben Budtz-Jørgensen, associate professor, Københavns Universitet (KU): Statistical advantages with birth cohorts
14:50-15:05 Flemming Nielsen, associate professor, SDU: New contaminants and new analytical methods.
15:05-15:15 Fróði Debes, psychologist, Department of Occupational Medicine and Public Health (DfAA): Predictors of cognitive abilities and the effect of prenatal exposure to environmental contaminants in the fifth Faroese birth cohort at age 9 years
15:15-15:25 Maria Skaalum Petersen, associate professor, DfAA, UFI: Cohort research among the elderly in the Faroes
15:25-15:40 Elsie M. Sunderland, professor, Harvard University: Faroese keys to research on ocean health
15:40-15:55 Carsten Heilmann, professor, KU, RH: The immune system as indicator of environmental exposure.
15:55-16:05 Magni Mohr, professor, UFI, SDU: Exercise physiology research on the Faroe Islands
16:05-16:10 Pál Weihe, professor, DfAA: Lessons and visions
16:10- Reception
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo