Góði Frits.
Ólíka hugfarsligt at skriva nøkur orð til tín, tá tú fylti ár, enn at skriva tey, nú tú hevur lagt tíni penslabørn frá tær og ert farin í annað ljós.
Góði Frits – eftirhondini so havi eg kent teg í rættiliga nógv ár og í ymiskum samanhangum – sum lærara hjá onkrum av okkara børnum – sum starvsfelaga hjá Jógvan – sum mannin hjá Alexandru – sum pápa til ein vinmann og skúlafelaga hjá mínum soni – men kanska serliga og fyrst og fremst gjøgnum virksemið við Gentukórinum og so nógv tey seinastu árini í bólkinum, sum skipar fyri framsýningum í Ribarhúsi.
Sum eg betur lærdi teg at kenna, so fekk eg staðfest, at tú vart ”one of a kind”. Tú fekst ”ting” at henda. Ongin í verðini var sum tú, ongin málaði og teknaði sum tú, og ongin dugdi at lýsa støður og støð sum tú. Tínir málningar, teir lýsa teg so óalmindeliga væl, og teir fara eisini frameftir at lýsa teg og tíni penslabørn.
Tú vart lokomotivið – tann, sum fekk hugskotini, hevði kontaktirnar, og sum við góðari hjálp frá Gudi og góðum fólki fekst tað at bera til.
Takk fyri alt tað góða, tú ígjøgnum tað fantastiska arbeiðið við øllum Gentukórunum – í fleiri áratíggju – legði niður í allar hesar ungu genturnar – tað kann slett ikki metast um. Men tá vit hoyra tær syngja, sum tær gjørdu til tína jarðarferð – so hoyra vit, at tær duga enn og minnast tað, tær hava lært fyri nógvum árum síðan.
Takk fyri allar ferðirnar í Norðurlondum – til støð, man aldrin hevði upplivað ella sæð – øll menniskjuni, man møtti – allar konsertirnar runt umkring í vøkrum kirkjurúmum og konsertsalum – allar teir vøkru sangir, tekstir og løg, sum man hevur lært við at sita til konsertirnar og bara taka inn. Tað er ikki smávegis av góðum, man hevur fingið tann vegin. Sanniliga upplivingar við nógvum stjørnuløtum.
Takk fyri allar tær hugnaligu ”skyggingarnar” á ferðunum – løturnar við góðum, álvarsligum prátum og skemti saman við góðum, fittum og hjálpsomum fólkum hiðani út nærumhvørvinum, har heilt serlig vinarløg vórðu knýtt. Góðar, minningarríkar og gevandi løtur, har øll ”verðsins ting” vórðu havd á lofti.
Takk fyri tað góða, tú sum lærari í Fuglafjarðar Skúla legði í børnini av kreativum slag – heldur ikki tað kann metast um. Verkini, sum skúlabørn millum ár og dag fingu gjørt saman við tær, tala sítt erliga mál um ein serligan lærara við serligum evnum. Takk fyri, at tú tímdi at leggja lív og sál í akkurát handan partin av undirvísingini.
Tú dugdi væl at síggja og at meta um, og tú segði tað ofta, hvussu umráðandi tað er fyri børnini, at tey sleppa at útfolda seg á tí kreativa økinum fyri at kunna taka tann bókliga partin inn.
Takk fyri, at tú legði teg eftir at læra børnini at brúka eyguni, oyruni og hendurnar til okkurt gott og lærdi tey at síggja alt tað vakra, sum er í nánd, og at brúka tað í dagligdegnum.
Tað er heilt vist, at verðin hjá okkum, sum búgva í ”paradísi 530”, hevði sæð rættiliga nógv øðrvísi út, um tíni kreativu, litríku og positivu fingramerki ikki vóru sett øll hesi ár!
Eg havi roynt at ímyndað mær, hvussu her hevði verið vorðið, um tey ongantíð vóru sett her og der á fleiri økjum og í fleiri løgum, men slíkt ber ikki til at máta hvørki í tølum ella talvum ella í fram- ella afturrokningum.
Tín góða og positiva ávirkan hevur havt so sera nógv at týða fyri øgiliga nógv.
Ein maður av tínum ”kaliber” kravdi at hava ein góðan bakk og eitt gott ankar í dagligdegnum, og Alexandra hevur verið tær gull verd og góð. Tit bæði hava verið eitt gott team!
Takk fyri tín leiklut, tá Ribarhús fyrst í hesi øldini sá ”dagsins ljós” fyri fyrstu ferð sum gallarí. Takk fyri at tú, eftir at tú fórt frá sum lærari, í fleiri ár brúkti ein part av tíni dýrabaru tíð saman við okkum í Ribarhúsbólkinum í arbeiðinum við at fáa listaframsýningar og listafólk at sýna fram í Ribarhúsi.
Takk fyri allar tær hugfarsligu løturnar á Ribarslofti, har vit sótu saman og royndu at fáa nøvn, kalendarar og tíðir at ganga upp. Ofta høvdu vit nógv áhugaverd evni uppi at venda. Altíð vart tú so positivur og altíð við tí góða orðinum. Tú fortaldi okkum okkurt og segði so, ”er tað ikki vakurt”?
Tað var so gott at hoyra, hvussu væl og vakurt tú tosaði um tíni nærmastu, um faðir tín og móðir tína, systkin og um jørðildi, tú vart sprottin úr, um tína Alexandru og hennara dygdir og tínar synir og verdøtur og tykkara ommu- og abbabørn.
Hesar løturnar hoyrdu vit eisini nógv áhugavert um seyðahald, seyðahús, seyðamenn, ull og alt møguligt annað! Tú vart jú ein fróðarmaður – so sera læruríkt hjá okkum at hava havt teg sum skrivara í bólkinum í fleiri ár. Vónandi dettur ikki alt niðurfyri, nú tín uppmuntran og stuðlan er ein farin tíð!
Jú, tú verður nógv saknaður í Ribarhúshøpi – og tómrúmið og saknurin millum tíni bygdarbørn er stórur!
Størstur er saknurin tó hjá tínum allarkærastu, Alexandru, Theodor Erling, Johan og øllum teirra – má Harrin styrkja og troysta tey í komandi døgum.
Fittasti Frits, takk fyri teg – tú segði altíð: ”Tann, sum æru býður, er æru verdur” – og satt er tað!
Ærað veri títt minni.
Odvør á Lakjuni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo