Í morgin, sunnudagin 7. juli kl. 16, hugleiðir Bárður á Lakjuni við tónum og tonkum um Frits Johannesen, sála.
Frits bar djúpan alsk til heimbygdina, til fjøllini, til fjørðin og til fólkið. Hann brendi fyri tí, sum talar til insta hugafarið í hvørjum mannabarni, og tað liggur ein vøkur slóð eftir hann - prýdd við alskyns litum, løgum og lýrikki.
Løtan verður halgað Frits og tí andliga árini, hann hevur havt á Bárð og óteljandi onnur.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo