Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Vanliga hevur frítíðarskúlatilboðið um summarið verið skipað soleiðis, at ein ella tveir frítíðarskúlar hava havt opið í tvær vikur (10 dagar) aftaná, at fólkaskúlin er farin í summarfrí. Hetta er tað, sum rópt verður samanlagt virksemi.

Hetta hevur mentamálanevndin í Tórshavnar býráð nú broyt soleiðis, at frítíðarskúlatilboðið verður longt eina viku (5 dagar).

Ein orsøk til hetta er, at síðan fólkaskúlaárið varð stytt, er summarfrítíðin hjá børnunum longd eina viku, so at hon er upp í 8 vikur.

- Drúgva summarfrítíðin er avbjóðing hjá nógvum foreldrunum, sum ofta mugu býta feriudagarnar sínámillum, skal tað ganga upp eisini við arbeiðið. Ferian hjá børnunum kann eisini kennast sera long uttan skipaðan dag, sigur Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, sum fegnast um víðkaða tilboðið.

Skipanin verður nú tann, at allir frítíðarskúlarnir hava opið fyrstu vikuna, meðan samanlagt virksemi verður á tveimum frítíðarskúlum eftirfylgjandi tvær vikurnar. Frítíðaskúlarnir í bygdunum hava opið sum vant, tó eisini í tríggjar vikur tilsamans. Viðvíkjandi serstovunum, so verður virksemið har sum vant, men longt eina viku. Upplatingartíðirnar vera frá kl. 7.45-17.00.

Tilmelding til summartilboðið verður frá 2. mai 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo