Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Frímerkið er ein spegilsmynd av tjóðini. Eitt kaghol innar í landsins sál, útsjónd, søgu, plantu- og djóralív og ikki minst fólkalív

Frímerkið er ein spegilsmynd av tjóðini. Eitt kaghol innar í landsins sál, útsjónd, søgu, plantu- og djóralív og ikki minst fólkalív

Frímerkið er ein spegilsmynd av tjóðini. Eitt kaghol innar í landsins sál, útsjónd, søgu, plantu- og djóralív og ikki minst fólkalív

Frímerkjadeildin: Í dag, tann 10. august verður føroyska frímerkið nr. 1000 givið út. Hesum gera vit nógv burturúr, og verður frímerkið avdúkað í dag á stórari framsýning í Cleveland, USA, - the Great American Stamp Show 2023.

Listamaðurin, Edward Fuglø hevur sniðgivið vakra frímerkið. Frímerkjadeildin hevur samstarvað við Edward Fuglø um nógv føroysk frímerki, og vit litu tí honum upp í hendur at sniðgeva frímerki nr. 1000.

Frímerkið myndar ein varða úti í haganum eitt summarkvøld. Huglagið er summarkent, og varðin er umgirdur av tí plantu-, fugla- og djóralívi, sum er at síggja í haganum hesa ársins tíð. Huldan og nykurin eru somuleiðis partur av myndini.

Viðurkendi norski listamaðurin Martin Mörck hevur myndrist frímerkið, sum er prentað í stálprenti og offsett. Harumframt eru serligir prenthættir nýttir, so tað m.a. kennist sum um at sandur er stroyddur á ein part av frímerkinum.

Ein varði kann hava ymiskan súmbolskan týdning – hann kann vera bæði vegvísari og fastapunkt. Frímerki nr. 1000 er ein varði á longu frímerkjaleiðini hjá Posta síðan 1975, tá fyrstu føroysku frímerkini vórðu givin út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo