Seinastu vikurnar hava nøkur arbeiðsleys miðlafólk skipað seg í eina tríeinigheit og púra sannførd um sína egnu fortreffiligheit kunngjørt, at tey nú hava stovnsett ein miðil yvir øllum øðrum miðlum, púra óheftan av absalutt øllum.
Eisini pengum.
Sambært KvF bleiv føroyska miðlalandslagið “ein miðil ríkari” nú ein dagin, tá Frihedsbrevet.fo legði fyrstu søgurnar út á netið.
Hetta er ein sannleiki við ógvuliga stórum modifikatiónum, tí hvørki er talan um, at nakar er vorðin ríkari av hesum miðlafloppi, heldur ikki er talan sum so um ein føroyskan miðil.
Frihedsbrevet er heilt einfalt ein talgild tíðindatænasta frá danska felagnum, Mediehuset Friheden.
Akkurát sum at PM-pylsan er donsk, hóast pakkin hevur føroyska áskrift.
Í hesum føri hevur ein føroyskur ríkmaður keypt sær avlát við at seta stóra upphædd í hetta ivasama prosjekt.
“Den, der betaler for orkesteret, bestemmer også musikken” (Sitat: Mads Brügger, stovnari av Frihedsbrevet)
Í gjár barslaði henda tríeinigheitin við fyrstu avdúkingini. Fyrstu borandi kritisku greinini, sum ógvuliga opportunt – nú val er um nakrar dagar – snýr seg um Fólkaflokkin.
Mann er jú óheftur.
Greinin er longri enn tær hjá Tobba, so helst vera fá, sum orka at lesa hana. Haraftrat illa skrivað, jabbut og full av endurtøkum.
Stórsta vónbrotið er tó sjálvt innihaldið. Har er slett onki nýtt.
Allar konspirasjónirnar eru óinteressantar og hoyrdar hundrað ferðir fyrr.
Og so kundi ein trúð, at akkurát hesin miðilin stillaði við veruligum keldum fyri sínum pástandum og søgum.
Men nei.
Keldurnar eru yvirhøvur “limir í baklandinum hjá Fólkaflokkinum” - og tá pástandirnir eru serliga grovir, so eru tað “keldur djúpt í Fólkaflokkinum”.
Annars verður kryddað við at “søgur gingu”, og “tað sá út til”, “sambært okkara keldum” – og enntá “vóru tað fleiri, sum spáddu”.
Stutt sagt slatur og sleyg.
Løgnasti pástandurin í greinini er, at tað er “larmandi tøgn” frá teimum, sum skulu eitast at hava stríðst innanhýsis í Fólkaflokkinum.
Hetta hóast at bæði Jørgen Niclasen og Annika Olsen úttala seg í vilden sky og Jacob Vestergaard slær fast, at bæði hann og Fólkaflokkurin eru komin víðari, so her er onki eftir at koma eftir.
Vorðið sum tøgn.
Men tríeinigheitin ætlar sær at grava víðari.
Tey loyva sær at gita og meta og halda, at allar súður ikki eru syftar enn í Fólkaflokkinum.
Nú er spurningurin, hvør “vongur” í flokkinum fær fleiri atkvøður.
Og endaliga hóttanin er, at “Tí fara vit at halda eyga við”.
So veit Fólkaflokkurin tað, at hann er undir neyvum og støðugum eftirliti av hesum SMS-fíggjaða miðili, sum ikki tørvar keldur til síni páhald.
Tey kunnu altíð gita, meta, látast ella endurgeva fiktivar keldur, “djúpt” í Fólkaflokkinum.
Minnir eitt sindur um sangin hjá Terja, har hvørt ørindi endar við: “So sigst!”.
Gott val.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo