Sambært Mads Brügger, sum stendur á odda fyri miðlinum Frihedsbrevet, sum eisini hevur eina deild í Føroyum, er framvegis tungt at fáa endarnar at røkka saman.
Men í Føroyum gongur betur, sigur hann við Ekstrablaðið, sum hevur spurt hann um gongdina hjá miðlinum.
- Vit nærkast break-even. Frihedsbrevet í Føroyum hevur fingið 2000 haldarar, sum í mun til fólkatalið er ordiliga gott, sigur hann millum annað.
Frihedsbrevet í Danmark hevði hall uppá góðar 14 mió kr síðsta uppgjørda roknskaparár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo