Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, er Mentanarnáttin vorðin eitt av best umtóktu tiltøkum í Havnini.
Hetta kvøldið kemur lív í havnargøtur. Alskyns tiltøk eru í gøtunum, tey flestu ókeypis, og handlarnir hava leingi opið.
Eins og undanfarin ár hevur Mentanarnáttin 2017 eina fjølbroytta skrá. Stovnar og virki fara at lata dyrnar upp fyri almenninginum, matstovur og hotell spenna seg út, og søvnini runt um í býnum eru opin.
Visit Tórshavn samskipar Mentanarnáttina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo