G!: Enn ein dagur við tónleiki og góðum lag stendur fyri framman!
Eftir ein fantastiskan hósdag, har veðrið brádliga skifti frá gráum regni til sól, hita og strondveitslu, er G! Festivalurin til reiðar at bjóða tær enn ein minniligan dag.
Tónleikurin, felagsskapurin og góða lagið settu veruliga sín dám á hósdagin. Fólk hugnaðu sær á sandinum og á sjónum við sauna og hitapottum. Sólin og vesturskinið gjördu dagin til eina ógloymandi vakra byrjan upp á festivalin.
Fríggjadagurin á G! byrjar longu kl. 10 við at fólk kunnu keypa sær morgunmat bæði í niðaru hædd í Valhöll í Syðrugötu og í ovaru hædd í Víkingahúsinum í Norðagötu.
Kl 11 byrja tiltök við kjaki og práti í Fjósinum, og í Töting verður croquis tekni verkstova við livandi modelli. Tónleikurin byrjar í Fjósinum kl. 16 við kvinnukórinum Silvitni.
Millum best umtóktu növnini á skránni í dag eru uttan iva Highasakite og okkara egna superstjörna, Eivör.
Onnur hæddarpunkt eru gravarmálmstónarnir frá Hamferð, og dansivinarligi afro-popparin JJ Paulo, punkstjørnuskotið Agat, plátuskravarin DJ Quien úr Bolivia, sum býr í Berlin, umframt legendurnar úr Plúmm, FMA vinnarin Dania O. Tausen, Föroya heitasta soppasúpan Aggrasoppar, hungaligu heims-fólkatónarnar frá Himmerland, Songs From Tin Pan Alley, Alias Morera við Filipi Mortensen, og skotski klaksvíkingurin James Blames.
Nýggja staðið Rönn verður eisini karmur um fleiri tiltök, harundir eitt bókmentatiltak hjá forlagnum Eksil, eitt mat-tiltak við sjógæti og nátturúvíni, og frá kl 20 til 02 ein cigar- og whiskeybarr, ið vit kalla RÖYK.
Alt í alt bjóðar fríggjadagurin á G! eina pakkaða skrá við spennandi tiltökum og framförslum, sum leggja lunnar undir enn ein dag við væl útvaldum tónleiki, list, mati og góðum stemningi. Stutt sagt upplivingar fyri lívið.
Vit síggjast!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo