Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

POSTA: Eitt nýtt frímerki verður givið út í sambandi við trónuskiftið, sum var í januar. Útgávudagurin er 26. mai, sum er føðingardagurin hjá H.H. Fríðriki 10. kongi.  

Frímerkið verður givið út samstundis í Danmark og Grønlandi.

Hetta er aðru ferð at Fríðrikur 10. er avmyndaður á einum føroyskum frímerki – fyrstu ferð var, tá hann giftist Mary drotning fyri 20 árum síðan.

Myndina á frímerkinum hevur Steen Evald tikið, og sett upp hevur Ella Clausen. Umframt myndina sæst eisini navnamerki kongsins á frímerkinum. Leiðaraorðini hjá kongi eru harumframt prentað á tey trý ørkini á ávikavist føroyskum, donskum og grønlendskum. 

Les eisini áhugaverdu søgurnar um frímerkini á www.stamps.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo