Framvegis tosa bumburnar
við bønum í stórum tal
til útvald fólkasløg
ið ikki hava okkara val
til dagligan frið
við teirra lið
kanska tí
væl sæddar bønir
fara í spønir
av teimum rakettum
vit biða
skulu raka tey
ið ikki eru friða
í eygunum á teim
sum ei vraka vápnagleim
uttanfyri egið heim
friðarbøn í huga sveim!
26. apríl 2024
hwj
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo