Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Nýggja Testamenti er ein samanhangandi fráboðan um Guðs kærleika. Nógvir ymiskir tættir verða lýstir. Bæði tað verðsliga og tað andaliga verða umrødd, hildin saman og skild sundur.

Tann berandi kærleikin í NT er Guðs egni kærleiki til øll menniskju. Eingin er settur uttanfyri. Kærleiki Guðs er fevnandi og telur øll við í hópin. Eingin er ov góður, og eingin er ov vánaligur ella syndafullur.

Orðið synd er eitt orð, ið fleiri okkara sjáldan umrøða. Møguliga er orsøkin, at vit verja okkum sjálv. Fá munnu tey vera, ið innast inni kenna seg fullkomnan og uttan synd.

Vit eru fleiri, ið hava kent okkum tyngd av syndini og hennara hjáárinum. Ein fylgja av syndini er mistreysti, misnøgd og skuldarkensla.

Onkuntíð halda vit, at ávísir prædikumenn (m/k) eru væl nøgdir við seg sjálvan og fordømandi móti øðrum. Kenni tó ongan kristnan prædikumann, ið heldur seg vera fullkomnan og uttan synd.

Sannleikin er, at mong okkara, ið prædika, eru og kenna okkum sum syndarar við stórum máli av ymiskum syndum. Troytt og móð til likams og sálar komu vit til ta sannføring ella niðurstøðu, at vit høvdu tørv á hjálp frá Guði.

Tað vanliga gerandisliga lívið var torført og niðurbundið. Samskiftið við húsfólkið og fólkið í nærumhvørvinum var avlagað. Innaní okkum vitjaði kenslan av mistreysti, tí syndin brýtur niður sjálvvirðið, huglagið og áræðið. Vit komu til Jesus og bóðu um fyrigeving.

Synd merkir heilt einfalt, at vit ikki raka málið, at vit fara skeiv av málinum, at vit ganga okkum í óføri. Syndin tykist ósek og er valla tilætlað at byrja við.

Syndin kann líknast við eitt lamb, ið stendur í tjóðri, har bandið alsamt verður vavt um halin. Rásarúmið verður minni, nærri festinum tað kemur. Brádliga er møguleikin til at flyta seg farin, og lambið er fjøtrað. Lambinum tørvar ein bjargingarmann, ið kann loysa tað úr hafti.

Kærleiki Guðs er ein vælsignaður møguleiki hjá øllum. Vit kunnu játta okkara synd, ganga í okkum sjálvi og biðja um hjálp. Tað er ein ovurstór náði, at Guð møtir okkum við kærleika og umbæri og gevur okkum ein nýggjan møguleika.

Guðs kærleiki, ið er okkara møguleiki, eitur Jesus. Tað er av sonnum lívsins stóra løta, tá ið vit møta Jesusi og geva honum innivist í hjørtum várum.

Kærleikin Jesus møtir okkum so sum vit eru, og har vit eru. Kærleikin Jesus krevur einki endurgjald. Ei heldur verður Guðs kærleiki givin okkum sum løn fyri avrikað verk í hugsan, orði ella verki. Tað er, sum sungið verður, tú fyrstur við kærleika ert komin til mín.

Jesus er Guðs gáva til heimin og okkum øll, sum snávaðu á leiðini og fullu í sjónliga ella ósjónliga synd.

Tað ljóðar mangan so syndarligt, tá ið prædikumenn tosa um syndina. Møguliga eru vit ikki altíð heppin við orðavali og lýsingini av evnunum, ið vit umrøða.

Hinvegin er tað mikil gleði og frøi, tá ið vit av Guðs stóru náði í Jesusi verða loyst frá syndarinnar tyngjandi og nívandi byrðu. At verða náðaður, loystur úr hafti og settur í frælsi av Jesusi, tað er Guðs frelsa til hin einstaka trúgvandi.

Líkasum mótsetningar – ljós og myrkur, hiti og kuldi, vár og heyst – lýsa hvør annan, á sama hátt lýsa frelsandi kærleiki og vrakaður kærleiki hvør annan. Tað er stórur munur á at fagna og taka ímóti kærleika Guðs í Jesusi og tí støðu, har kærleiki Guðs verður vrakaður, vanvirdur ella krossfestur í okkara egna lívi.

Í fylling tíðarinnar gav Guð heiminum sonin hin einborna til frelsu. Bjargingarætlan skaparans er møguleikin hjá øllum menniskjum. Tí hvør tann, ið trýr á sonin, skal ikki glatast, men hava ævigt lív. Ætlan Guðs er fullførd, og vit hava í Jesusi fría atgongd til himinsins dýrd og fyllu bæði á jørð og í himli.

Glatan og frelsa eru ein veruleiki longu í jarðarlívinum. Støðutakan okkara í nútíðini avger støðu okkara evsta dag, tá ið Guð metir um jarðar skeiðið.

Eigur Jesus okkum, og eiga vit Jesus sum Harra og frelsara. Ja, so er ævinleikin saman við Jesusi í ríki Guðs okkara tilvera.

Fær Jesus ikki loyvi at eiga okkum, og vit tilvitað vraka kærleika hansara. Ja, so hava vit avgjørt okkara egnu fráveru í Guðs ríki. Himmiríkið er teirra, ið velja Jesus sum Harra og frelsara. Himmiríkið er teirra, ið siga Jesusi takk fyri frelsuna.

Okkara val eru ikki altíð Guðs val, tí Guð ynskir ikki, at nakað menniskja skal glatast. Guð ynskir og vil okkum, hóast vit viðhvørt einki vilja hava við hann at gera. Pætur ápostul nemur hesi viðurskifti og sigur, at Guð vil umvending, lív og frelsu. Amen.

Orðið: “Men heldur er hann (Harrin) langmóðigur við tykkum, av tí at hann ikki vil, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar.” (Seinna Almenna Bræv Pæturs 3,9).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo