Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Vøkur er foldin, tá ið hon vísir sítt blíða andlit. Vakurleikin er altíð týdligur, og tað unniliga fylgir í vakurleikans fótasporum. Kenslan av vælveru er ítøkilig, tá ið foldin er føgur, og tað andar av góðsku og vælvild.

Vakurleikin er ikki ein myndugleiki, ið skapar ótta. Tað er tó kent, at tann milda tungan tykist einføld í mun til eina harðrendari útsøgn. Mildni lækkar á ein hátt tað tignarliga. Mild dagsskrá og siðilig tala er onkursvegna viðkvom og verjuleys.

Vøkur var foldin ta nátt, ið vit kalla jólanátt. Valla var tilveran ein deymur uttan avbjóðingar. Vøkur var náttin, tí tað góða vann á tí illa, tí ljósið vann á myrkrinum, tí gleðin avloysti mistreysti og ótta.

Vøkur var náttin, tí kærleiki Guðs vísti sítt andlit í tí jarðiska. Endurskinið av himinsins tignarligu dýrd var sjónligt. Ta løtuna var friður á jørð og í menniskjum góður tokki.

Eitt fátækt fjós gjørdi jørðina vakra, tí reivaður í eini krubbu lá ljósins kelda, hin nýføddi sveinurin, Guðs sonur og frelsari heimsins. Ikki endurskin, men frumborið ljós, ið var ljósið í upphavi við skapan og lív.

Jólanátt var frástøðan ímillum himmalin og jørðina burtur. Jørðin gjørdist ikki fullkomin, men hon fekk himmalska vitjan, ið var fulltikin. Hin ævigi Guð, skaparin, valdi at koma til jarðar í einborna syni sínum ta nátt, ið vit kalla jólanátt.

Áttanda dagin, ið vit kalla nýggjársdag, varð hin nýføddi sveinurin sambært fedranna siðvenju borin niðan í halgidómin. Í Guðs húsi varð tað gjørt kunnugt, at navnið á dronginum var Jesus. Um somu stund og á somu vitjan varð drongurin umskorin og fekk tekin sáttmálans, ið Guð hevði gjørt við ættarfaðirin Ábraham.

Soleiðis hendi tað fyri tvey túsund árum síðan, at ævinleikin kom inn í ta søguligu tíðina. Hin ævigi Guð, ið ikki er tíðar- ella staðbundin, gjørdist staðbundin í einum ávísum umhvørvi, á einum ávísum staði og í einum útvaldum fólki.

Guðs útvalda fólk, Ísrael, hevur eina serstøðu. Guð valdi sær Ísrael sum ognarfólk. Hesa serstøðu varðveitir Ísrael alla tíðir. Serstøðan varð staðfest, tá ið Guð í Jesusi Kristi víðkaði skaran av útvaldum.

Tað var júst í Guðs útvalda fólki, at Guð lat Mariu moy, ið var gitin av heilagum anda, føða himinsins kongason. Jesus er Guðs sonur og jødi.

Við Jesu føðing kom tað æviga og óavmarkaða til jarðar og gjørdist ítøkiligt og staðbundið. Til tess at frelsa heimin var tað Guði umráðandi at fara ítøkiliga til verka. Ikki einans góð hugsan, men avrik borin í kærleika til mannaættina, Kristi kærleika, ið ongantíð fellur burtur.

Hin kristna trúgvin er sjónlig. Ikki ein hugsjón, ei heldur ein tanki! Kristnin játtar, at Guð í einborna syni sínum Jesusi kom til jarðar. Játtar, at Jesus varð føddur av jødiskari kvinnu, meðan Augustus var keisari í tí rómverska heimsríkinum.

Ísrael, Guðs útvalda fólk, er sostatt pallurin, ið Guð valdi sær sum støðið og útgangsstøðið fyri heimsins frelsu. Frá jødunum kom frelsarin, ið opnaði okkum – sum runnin eru av heidnari rót, t.e. ikki av jødiskum uppruna – portrið inn í Paradís.

Okkara fyrstu foreldur vóru í ólýdni móti fyriskipan Guðs atvold til, at menniskjan varð rikin út úr aldingarðinum. Frelsarin opnaði okkum portrið, so vit í trúnni á avrik Jesu fáa náðir at koma inn í Himmiríkið, ævinleikans Paradís.

Vøkur er foldin allastaðni, har Jesus verður fagnaður. Fagurleikin er eyðsýndur í fótasporum hansara.

Virðing, mannvirði og vælvera eru sporini, ið hann setti eftir seg í tí jødiska fólkinum. Virðing fyri teimum útvaldu, neyðstøddu og fremmandu. Viðing fyri øllum menniskjum uttan mun til húðalit, fólkaslag og tungumál.

Ítøkiliga byrjaði hin nýggja fatanin jólanátt fyri tvey túsund árum síðan. Føðing Jesu broytti heimin til tað betra. Náttin føddi ta hugsan, at øll menniskju hava sama virði og sama mannvirði vegna skapan í Guðs egnu mynd og endurskapan í sáttargerð Jesu Krists.

Tað er gagnligt, at vit sum einstaklingar kenna okkara upphav og samleika. Samleikin er myndandi og skapandi. Tvørrandi samleiki órógvar heildarmyndina og lívið.

Lívfrøðiligi og sosiali samleiki Jesu, svá hann er lýstur í heilagum ritum, er grundstøðið hjá teimum kristnu. Jesus er Kristus, sonur Guðs og frelsari heimsins. Jesus er sonur Mariu moy og sostatt av jødiskum uppruna.

Í Guðs útvalda fólki varð frelsarin føddur. Jesus er bæði Guð og maður, og sum maður er hann jødi. Út til heimsins fólkasløg bórust boðini, at vit – hin einstaki – eru útvald og í Jesusi Kristi borgarar í himmiríki.

Jú, føgur er foldin í glæmuni frá frelsu Guðs. Amen.

Orðið: “Hann (Jesus) kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” (Jóhannes 1,11-12).

Gleðilig jól!

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo