Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hilton Garden Inn: Mánadagin 31. oktober byrjaði fransmaðurin Sylvain Codron sum matstovuleiðari í Hallartúni, matstovuni á Hilton Garden Inn.

Sylvain, ið er giftur føroyskari konu, hevur drúgvar royndir frá matstovuvinnuni. Seinnu árini í Keypmannahavn og áðrenn tað úr Fraklandi, haðani hann er ættaður.

Við Sylvain fær Hallartún eina fantastiska samanrenning av franskari sjarmu, innlit í føroyska mentan og eina heilt sermerkta fakligheit, har serliga vín og tænasta eru fokusøki. Hetta er ikki bert við til at lyfta Hallartún, men er eisini ein íblástur til føroyska matmentan og tænastu.

Í Hallartúni gleða tey seg til at heilsa gestum vælkomnum við ‘’Bonjour’’.

Summi hava kanska hitt Sylvain í Torvehallerne í Keypmannhavn, har hann hevur arbeitt í vínbarrini Le Petit, sum hann eisini er parteigari í.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo