Álopið í París leygarkvøldið, tá ið ein týskur turistur doyði og tveir aðrir fingu skaða, verður kannað sum eitt terormál, sigur franski innlendismálaráðharrin.
Hendingin fór fram við Quai de Grenelle við Seinen, tætt við Eiffeltornið.
Sambært innlendismálaráðharranum, Darmanin, rópti gerningsmaðurin «Allah Akbar» (Allah er stórur) áðrenn hann var handtikin.
Gerningsmaðurin leyp á turistar við knívi og hamara.
A German citizen died and two others were injured after a man attacked tourists in central Paris, Interior Minister Gerald Darmanin said, adding that police quickly arrested the 26-year-old French national, using a Taser stun gun https://t.co/OVBxP84PEe pic.twitter.com/0LTOxwpqcQ
— Reuters (@Reuters) December 3, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo