Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

- Hesa ferð er talan um nakað heilt heilt annað, sigur Frankie. Talan er nevniliga um eina nýggja útgávu av sanginum “Tvey hjørtu, tveir skuggar, tvey andlit”, ið mamman, Fríðbjørg Jensen hevur skriva og gav út í 1966 saman við gentubólkinum Snow Flakes.

Tað hevur altíð verið mín dreymur at givið hetta lagi út í nýggjum hami, men tað hevur verið umráðandi fyri meg, at mamman kundi góðkenna broytingina. Hon hevur tí verið við í prosessini og leypandi blivin spurd um hvat og hvussu, sigur Frankie. Sum ein tøkk til mammuna fyri at sleppa at brúka tekstin hevur hon eisini fingið ein leiklut á umslagnum har hon eigur annað andliti.

Tað er enn einaferð Julian Andreasen, ið stendur fyri framleiðslu av útgávuni. Tað var eisini Julian, ið stóð fyri framleiðslu av seinasta lagnum hjá Frankie “Mína egnu leið”, ið kom út í Juni. Umframt Julian, ið hevur spælt og framleitt tað besta av tónleikinum, spælir Sámal Lindenskov gittar á lagnum og Reggie Duncan spælir steel gittar.

Lagi kann longu nú hoyrast á Spotify og Youtube.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo