Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eitt lívligt orðaskifti í franska tjóðartinginum í dag endaði við, at stjórnin við Michael Barnier forsætisráðharra tapti eina atkvøðugreiðslu um misálit, og tí skal Frakland hava nýggja stjórn. Tað hendir bara tríggjar mánaðir eftir, at stjórn hansara tók við. Michael Barnier er harvið tann forsætisráðharrin í Frankaríki sum hevur sitið stytst nakrantíð.

Forsætisráðharrin fekk ikki undirtøku fyri fíggjarlógini næsta ár, sum innibar risastórar sparingar, fyri at fáa búskapin aftur á beint. Tí gjørdi hann brúk av eini serligari grein í fronsku grundlógini sum ger, at stjórnin kann tvinga eitt lógaruppskot gjøgnum tjóðartingið uttan atkvøðugreiðslu. Men tá henda serliga greinin, grein 49-3, verður aktiverað, merkir tað eisini, at andstøðan kann leggja eitt uppskot um misálit á stjórnina og forsætisráðharran, og tað var tað sum hendi. Fyri fyrstu ferð í 62 ár.

Tað er bert forsetin, Emmanuel Macron, sum kann tilnevna nýggjan forsætisráðharra. Men tað er ein lang tilgongd, tí allir floksformenn skulu góðtaka tann sum er í uppskotið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo