Seinnapartin í gjár hevði Sankta Frans Skúli hátíðarhald. Sankta Frans-dagur verður hildin 4.okt á hvørjum ári, til minnis um at Sankta Frans varð borin til gravar. Hetta hava tey hátíðarhildið síðan Sankta Frans Skúli varð stovnaður. Hendan dagin fáa bæði børn og lærarar ein øðrvísi skúladag. Søgur og sangir, spæl og kappingar, lagkøku og ís. Væl at merkja, uttan nakra vanliga undirvsing.
Eftir at Aslaug Olsen, skúlastjóri hevði bjóðað vælkomin, sungu børnini í 3.flokki tann vakra sangin “Her er kærleiki at finna”.
Síðani bar Heðin Mortensen borgarstjóri fram eina heiðursrøðu, til Sankta Frans skúla og til Franciskanara-systrarnar, nú tað eru liðin 90 ár síðani tær fyrstu nunnurnar komu til Føroyar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo