Í morgin verður strúkur í vindi av útnyrðingi, turt og onkrir sólglottar, hitin um 2-4 stig.
Týsdagin ein ond av norði, samdrigið men turt og hitin um 4 stig.
Mikudagin frískar hann sum frálíður vindin nakað, ættin verður eystan og tað verður eitt sindur lýggjari, uppí 6 stig.
Hósdagin strúkur í vindi av lágum eystri, turt og sólglottar og hitin um 6 stig.
Fríggjadagin lot av landsynningi, sólglottar og hitin uppí 7 stig.
Næsta vikuskifti verður ættin landsynningur, hitin um 7 stig og mest skýggjað og samdrigið men eisini løtur við sól.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo