Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í fleiri ár hevur Finleif Mortensen, listamaður og myndamaður, gingið føroysku fjøllini á tamb, altíð klárur við myndatóli. Burturúr hesum er komin framúr vøkur bók við nøkrum av bestu myndum hansara.

Føroyska náttúran er nógv avmyndað, men tað serliga við hesi bók er, at myndirnar siga sína egnu søgu sum partur av einum fjallatúri, sum gjørdur var júst henda dagin. Var túrurin gingin ein annan dag, vóru bæði veður, ljós og myndevni nøkur heilt onnur.

Myndirnar eru ikki uppsettar, men tiknar “spontant” á staðnum, og eingin myndaviðgerð er gjørd aftaná.

Eisini hevur dentur verið á at velja myndevni úr stóru rúgvuni, sum ikki eru á hvørjum postkorti. Á korti kann lesarin síggja, hvar myndirnar eru tiknar, og hvør oyggj er kryddað við brot úr mergjaðari yrking um føroysku náttúna.

Bókin telur 176 blaðsíður og 271 myndir.

Í sambandi við útgávuna verður bókaframløga í Bygdarhúsinum í Kunoy týskvøldið 24. november kl. 19. Staðið er valt, tí Kunoyggin er óivað mest dragandi oyggin fyri fjallagongufólk, sigur høvundurin í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo