Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

VP hevur biðið um og fingið innlit í, hví Listasavnið var koplað frá framsýningini í New York, so bara ung, ella í hvussu er yngri, føroysk myndlistafólk sluppu við, og Kinna Poulsen varð biðin um at taka yvir.

Innlitið byrjar við at avdúka, at bangilsi er komið á tey, sum í Føroyum fyrireika føroysku málningaframsýningina í New York.

Haðani verður spurt, um ein kuratorur yvirhøvur er funnin?

Tá eru vit í oktobur, hálvt ár eftir at fyrsta kontakt um ætlanina hevur verið.

Nú er greið ósemja millum føroysku partarnar.

Í spurninginum úr New York verður gjørt vart við, at kuratorar dáma illa at onnur blanda seg uppí.

Skilligt er, at framsýningarhúsið í New York vil hava færri og yngri myndlistafólk við í úrvalið.

Uppá fyrispurning úr Føroyum um hvørji, tey kundu hugsað sær, bera tey seg undan at svara, tí tað tilkemur eina og aleina einum føroyskum kuratori at gera av.

Í Føroyum verður tosað um navn á framsýningini og eitt uppskot er sama navn, sum fyrr er brúkt, uttan at tey vita tað.

Tað tykist, sum yvirlit og kunnleiki til evnið manglar hjá føroysku fyrireikarunum, og vitan sæst ikki at vera um, hvør ætlanin er við framsýningini, sum kanska kundi havt havið sum tema.

Stýrisformaðurin og stjórin í Listasavninum verða kallað á fund.

Ein kuril á tráðnum er, at tann persónur, sum samskifti hevur verið við í Listaskálanum, nú fer burturfrá av natúrligum ávum.

Útlendskar miðlavitjanir og ferniseringar í Havn tykjast órógva føroysku fyrireikararnar.

Amerikanska savnið setur nú krav um at 1. novembur er ætlanin klár.

Men illa gongst at fáa føroysku boðin til USA.

- Vit vilja gjarna í dialog við tykkum, sigur Almanna- og Mentamálaráðið við Listasavnið síðst í oktobur.

- Eg vil ikki blanda meg uppí hetta, sigur umboðsfólkið frá Scandinavia House, føroyska Uttanríkismálaráðið og Listasavnið mugu samskifta.

- Eg havi ikki møtt teimum nóg mikið, tí tey hava verið unavailable, verður skrivað úr New York.

Fólk, sum ætlandi skulu vera við í framsýningini, vísa seg at vera í býnum New York, uttan at framsýningarstaðurin veit av tí.

Um hetta mundið vil Listasavnið yvirhøvur ikki tosað við Scandinavia House.

Greitt er at samskiftistrupulleikar hava verið á føroysku síðuni, tá henda ætlan hevur verið fyrireikað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo