Í kvøld lat framsýningin »Gróðursettur – Tilflytarasøgur« upp í Müllers Pakkhúsi.
Joel Cole hevur evnað til øll verkini á framsýningini. Verk hevur Joel gjørt burtur úr træi, sum hann hevur flutt til Føroya úr Minnesota, haðani hann er ættaður. Haraftrat hvíla øll verkini á føroyskum basalti.
Framsýningin er opin frá kl. 14:00 til 18:00 í tvær vikur.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, bar listamanninum eina heilsa, tá ið framsýningin lat upp. Niðanfyri sæst røðan og myndir frá setanini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo