Framsýningin hjá Tórshavnar Býarsavni er gjørd í sambandi við, at tað í ár eru 75 ár síðan seinni heimsbardagi endaði. Bretska hersetingin í Føroyum, nevnd Operation Valentine, var frá 12. apríl 1940 til 16. mai. 1945.
Hersetingin hevði stóra ávirkan, bæði politiskt, fíggjarliga og mentanarliga. Tíðin var merkt av álvara og gaman. Nógvir mans lótu lív á sjónum og í vanlukkum, og óttin um, hvat fyrifórst úti í heimi, var stórur. Tíðin var tó eisini merkt av stuttleika og vinaløgum við bretar.
Á framsýningini hjá Býarsavninum eru nógvir áhugaverdir lutir frá krígstíðini. Umframt hernaðarútgerð ber til at síggja kjólar, atgongumerki til dans, móta- og seymibløð, føroysk tíðarrit og ein heimagjørdan skógv, sum ein maður gjørdi unnustu síni undir krígnum. Eisini eru myndir og upptøkur úr Havn frá hesari tíðini.
Nógvir av lutunum eru ogn hjá Býarsavninum, m.a. lutir sum Birgar Johannesen lat savninum. Harumframt eru eisini lutir, ið eru læntir frá Tjóðsavninum og Krígssavninum. Í sambandi við framsýningina eftirlýsti Býarsavnið lutir frá krígstíðini, og nógv fólk hava verið so beinasom at lána og lata savninum lutir.
Sámal Blak hevur sniðgivið framsýningina.
Framsýningin um Havnina undir krígnum letur upp á Frúutrøð fríggjadagin 3. juli og er opin hvønn dag kl. 11-17.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo