Framsókn: Í dag hevur Framsókn vitjað fyritøkur í Vágum. Flokkurin vitjaði vinnur innan laks, vindeygu og el-innlegging.
Á vitjanunum greiddu stjórarnir frávirkseminum, og Framsókn fekk innlit í arbeiðið hjá fyritøkunum og tæravbjóðingar, sum eisini eru.
Hjá Hiddenfjord vísti Atli Gregersen, stjóri, smoltstøðina á Fútakletti ogtær umfatandi útbyggingarnar, sum fara fram har. Haraftrat varð víst fram ákryvjivirkinum í Sørvági. Starvsfólkini hjá Hiddenfjord eru eini 150 ítali. Fyritøkan framleiðir fyrstafloks laks til alheims marknaðin og hevurment seg til eitt týðandi arbeiðspláss í Føroyum.
HDygd framleiðir vindeygu til føroyska marknaðin, umframt ateftirspurningurin eftir føroysku vindeygunum økist uttan fyri Føroyar.Stjórin, Jóhan á Mýrini, vísti bæði framleiðsluna í Miðvági og hana áVatnsoyrum. Áleið 50 fólk eru í starvi hjá HDygd.
Thorfinn Nielsen rekur fyritøkuna við sama navni, sum fæst viðel-innlegging, umframt at handil eisini er í bygninginum í Sandavági.Fyritøkan byrjaði í 1989, og í dag starvast 20 fólk hjá Thorfinni NielsenSp/f.
Við á vitjanini vóru landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, PoulMichelsen, forkvinnan í løgtingsins fíggjarnevnd, Ruth Vang, forkvinnan ímentamálanevnd løgtingsins og býráðslimur í Eysturkommunu, Hanna Jensen,býráðslimur í Tórshavnar kommunu, Bergun Kass umframt Oda WilhelmsdóttirAndreasen, Høgni Reistrup, Poul Clementsen og Karlot Hergeirsson.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo