Mánakvøldið 24. September, kl. 19.30, vera tríggjar forkunnugar framløgur á Sørvágs bókasavni. Talan er um tiltak í røðini Vísindavøka á ferð.
Bergur Olsen, fuglafrøðingur frá Havstovuni, fer at halda framløgu um súlu og súluveiðu.
Uni Árting, jarðfrøðingur frá Fróðskaparsetrinum og Jarðfeingi fer at greiða frá um gosfjallið, sum nýliga er funnið á Vágoynni.
Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum hevur framløgu vit heitinum Løgmaður og Dorthea Wenningsted – Eitt stríð um makt og leysingabørn síðst í 1700-talinum
Umframt framløgurnar frá hesum granskarunum verður eisini stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í einum kaffisteðgi.
Les meira um Vísindavøku á ferð og Vísindavøku, sum verður 28. september á: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo